Hetta er Hallo.fo

Hallo.fo varð sett á stovn á várið 2000. Síðani 10. mai 2000 hevur Hallo.fo virkað sum nethandil, ið ynskir at bjóða kundum sínum eitt gott úrval innan fartelefonir og tilhoyr til fartelefonir.
Hallo.fo umboðar allatíðina tey kendastu og mest spennandi merkini innan hetta økið, eitt nú Apple, Samsung, Sony, HTC v.m., og ger hetta, at Hallo.fo altíð kann bjóða fartelefonir til ein og hvønn tørv.

Í juli 2002 bar til at keypa beinleiðis via DK/VISA á www.hallo.fo og var Hallo.fo sostatt ein tann fyrsti nethandil í Føroyum, um ikki tann fyrsti.

Í november 2002 bar til at keypa Føroya Teletíð online gjøgnum www,hallo.fo
Hetta var fyrstu ferð, at hetta var gjørligt í Føroyum, men er hetta nú tikið av síðuni hjá Hallo.fo
Í dag ber til at keypa talutíð online hjá bæði Føroya Tele og Vodafone

Tann 20. desember 2002 fekk Hallo.fo nýtt snið

Í februar 2006 fekk Hallo.fo enn einaferð nýtt snið

Í mai 2011 fór Hallo.fo undir at menna sokallaðar apps til Android og iOS

Í desember 2011 fekk Hallo.fo nýtt búmerki/logo

Í mai 2015 fekk Hallo.fo nýtt snið og fór tá eisini undir at taka ímóti fleiri gjaldskortum, eitt nú Mastercard.
Nú ber eisini til at gjalda via PayPal