Keypstreytir

Gjaldshættir: - Kortgjald - Bankaflyting - Hallo.fo skipar fyri ókeypis* flutningi :

Møguleiki er at gjalda við beinleiðis við gjaldskorti - Dankort - DK/VISA - VISA - Mastercard :

Tað einasta, ið krevst er, at tygum tastað inn tygara kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolltøl saman við tygara bílegging hjá Hallo.fo. Harvið loyvir tú Hallo.fo at takað upphæddina av tygara konto. Samskiftið við SSL ( Secure Socket Layer ) loysnini er kryptera, soleiðis at Hallo.fo ella nakar annar viðkomandi ongan møguleika at fáa fatur á hesum upplýsningum.

Bankaflyting :
Ein flyting gjøgnum peningastovn verður gjørd. Vinarliga flytið peningin á konto okkara í Betri Bank reg. 9181 kontonr. 451.089.7.
Fráboðan verður send við e-mail, nær og hvussu nógv skal flytast, tá ið vøran er klár til at verða send
Aftaná gjalddag verður renta roknað. Renta pr. mðr. : 2%

Fyrivarni verður tikið fyri prísvillur og aðrar villur

Ókeypis* flutningur :

* Hallo.fo skipar fyri ókeypis flutningi í Tórshavn, Hoyvík og Argjum.
Til onnur støð nýta vit Posta, og kemur kr. 36,- í frakt á hesar sendingar

Klagurættur:

Á allar vørur, uttan battarí, ið er ein slitvøra, verður veittur 2 ára klagurættur og 1 ára garanti, uttan so at framleiðarin sjálvur kann tryggja eitt longri garantitíðarskeið. Um vøran gerst óvirkin í garantitíðaskeiðnum, verður hon umvæld uttan kostnað hjá okkum ella hjá framleiðaranum, uttan so at brekið skyldast skeiva viðferð, tillagingar ella grova misnýtslu frá brúkarans síðu. Skaðar / brek, ið skyldast vesku / vætu koma ikki undir garanti.

Far væl við vøru tygara

Les altíð vegleiðing, viðv. løðing av battarí v.m.

Ansa eftir vesku ,vætu, regn v.m. – garanti tekur ikki við, um fartelefoni hevur verið í samband við vesku, vætu, regn . o.a líknandi. Fartelefonin tolir ikki dust, ov nógvan hit, kulda ella bráðliga skifti her millum ( kondens )

Minst til at nýta fartelefonina lógliga – eisini tá koyrt verður í bili – nýt hondfría útgerð.

Umvælingar :

Vinarliga les hetta, áðrenn tygum lata okkum vøruna til umvæling :

So at siga allar fartelefonir, sum fara á verkstað verða dagførdar við nýggjasta software, og tí kann alt data, sum liggur á fartelefonini blíva slettað.
Hallo.fo ella verkstað tekur onga ábyrgd av mistari data á fartelefonini.
Kundin hevur ábyrgd av allara data, sum liggur á fartelefonini.
Tí eiga tygum at taka backup av øllum data, sum liggur á fartelefonini. 

Um tygum lata iPhone ella iPad inn til umvæling, so skal "Find min iPhone" deaktiverast, tí annars hevur verkstað ikki møguleika at umvæla hetta.
Vegleiðing til hetta sæst her

Skaðar / brek, ið skyldast vesku / vætu koma ikki undir garanti. Her verður givið eitt tilboð uppá umvæling. Um kundin ynskir at fáa telefonina aftur uttan umvæling er prísurin kr. 350,- uttan mvg. ( Hetta er fyri teknikara kanning )
Um kundin tekur av tilboð, skulu hesar kr. 350,- uttan mvg sjálvandi ikki rindast eyka.
Verkstað kann ikki 100% garantera fyri slíkar umvælingar, ið skyldast vesku / vætu.

Skaðar / brek, ið skyldast skeiva viðferð, tillagingar ella grova misnýtslu frá brúkarans síðu koma ikki undir garanti. Her verður givið eitt tilboð uppá umvæling. Um kundin ynskir at fáa telefonina aftur uttan umvæling er prísurin kr. 350,- uttan mvg. ( Hetta er fyri teknikara kanning )
Um kundin tekur av tilboð, skulu hesar kr. 350,- uttan mvg sjálvandi ikki rindast eyka.
Verkstað kann ikki 100% garantera fyri slíkar umvælingar, ið skyldast skeiva viðferð, tillagingar ella grova misnýtslu frá brúkarans síðu

So at siga allar umvælingar verða gjørdar á verkstað í Danmark. Hetta kemst av at sera fáir møguleikar til umvæling eru her í Føroyum.
Tó ber til at fáa ávísar Apple vørur umvældar í Føroyum

Returrættur:

Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av, at vøran ikki er pakkað út /er í upprunapakkitilfari. Kundin skal sjálvur syrgja fyri / rinda fyri at fáa vøruna aftur til Hallo.fo
( bert galdandi fyri vørur bílagdar beinleiðis gjøgnum heimasíðuna www.hallo.fo )